22-01-2014
Nordic Cancer Union á fundi við Bo Könberg og heilsumálaráðharrarnar í útnorði

Tann 20. Og 21. Januar varð fundur hildin í Føroyum millum heilsumálaráðharrarnar í útnorði. Við á fundinum var Bo Könberg, sum hevur ábyrgdina av at skriva eina óhefta frágreiðing um hvussu norðurlendska samstarvið innan heilsuøki kann mennast og styrkjast næstu 5-10 árini.
Bo Könberg er fyrrverandi ráðharri í Svøríki, landshøvdingi og sat fleiri valskeið í Ríkisdegnum fyri svenska Folkpartiet. Hann hevur gjørt fleiri frágreiðingar fyri ymsar svenska stjórnir.
Nordic Cancer Union varð bjóðað við á fundin at greiða frá um NCU og um hvørjir fyrimunir eru við norðurlanda samstarvi á krabbameinsøkinum.
Jákup N. Olsen, formaður í NCU, møtti á fundinum saman við Biritu Ludvíksdóttir, NCU samskipara. Á fundinum greiddi Birita Ludvíksdóttir frá um NCU og Jákup N. Olsen greiddi frá um fyrimunir við einum styrktum norðurlanda samstarvi á krabbameinsøkinum. Hetta við útgangsstøði í uppskoti til samtyktar nr. A1582 um tættari samstarv millum NCU og Norðurlendska ráðharraráðið, ið var samtykt av Norðurlandaráðnum í oktober 2013 í Oslo.
Heilsumálaraðharrarnir í útnorði og Bo Konberg tóku væl ímóti framløgunum frá Jákup og Biritu.
Jákup N. Olsen fegnast um fundin og sær fram til eitt tættari samstarv ímillum NCU og Norðurlendska ráðharraráðið til frama fyri krabbameinssjúklingar í Norðanlondum.