Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

11-03-2008

Stuðulsbólkur fyri børn


Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru ofta ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og ótta. Tí bjóðar Krabbameinsfelagið børnum upp til 18 ár, at hittast í einum forum, har tey fáa sett orð á sínar kenslur og kunnu hitta onnur børn í somu støðu.
Tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í fjør, og vóru royndirnar so góðar, at Krabbameinsfelagið hevur gjørt av at taka táttin uppaftur.

Familjan tekur stig
Familjur, sum ynskja at børn teirra koma í samatalubólk, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið. Áðrenn børnini byrja í samtalubólki, hevur bólkaleiðarin eina samrøðu við familjuna, har børn og foreldur luttaka saman.
Børnini hittast eina ferð aðru hvørja viku í einar tveir til tríggjar tímar hvørja ferð. Her kunnu tey tosa saman um eitt nú kenslur, ótta og vón, uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálvi.
Tað verður, eins og undanfarna skeið, Kathrina Lindenskov Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, ið fer at taka sær av bólkunum. Katrina hevur eisini royndir frá slíkum arbeiði hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark.
- Í gerandisdegnum hjá hesum familjum gongur tað mesta upp í sjúku og viðgerð. Ofta er tað eisini soleiðis, at børnini verja foreldrini og øvugt, so børnini ikki altíð heima fáa sett orð á til dømis at tey eru bangin.
Tað hevur sera stóran týdning fyri tey at hitta onnur í somu støðu. Fyri at kenna, at tey eru ikki einsamøll, men eisini fyri at hava eitt stað har tað ber til at tosa frítt og opið, sigur Katrina L. Joensen.

Eymir spurningar
Tað er sjálvsagt ein skelkur hjá einari mammu ella pápa at fáa staðfest lívshóttandi sjúku, og nógvir spurningar stinga seg upp í mun til børnini: Hvussu nógv skulu tey vita? Er neyðugt at siga sum er? Hvussu skulu vit siga tað?

Børn reagera sera ymist, tá ið mamman ella pápin gerast álvarliga sjúk. Summi byrgja seg inni, onnur gera lítlan háva burtur úr sær og gera øllum til vildar, meðan uppaftur onnur broyta atburð og eru sjónliga ørkymlað.
Lívshóttandi sjúka ber altíð við sær broytingar í familjuni, og hesar broytingar kunnu raka børnini sera meint. Tað krevur, at foreldrini tosa við børnini um truplu tankarnar og kenslurnar. Men, ofta hava foreldrini, orsakað av sjúkuni, ikki neyðugu orkuna, og tá gerst tað enn truplari hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar av henni.
Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru tí ofta ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta. Og er tað júst hesum, samtalubólkarnir hjá Krabbameinsfelagnum miða ímóti at bøta uppá.

Ring tlf. 31 79 59 millum kl. 13 og kl. 15 (frá mánadag til fríggjadag)
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim