Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

09-12-2013

Skeið í andlitsrøkt


Skeið í andlitsrøkt og at leggja make-up fyri kvinnur við krabbameini: Kom við og fá góð hugskot til tína persónligu húðrøkt. Tað gleðir okkum á Krabbameinsfelagnum at kunna bjóða tær á eitt spennandi ókeypis skeið í andlitsrøkt og make-up tann 15. januar 2014. Skeiðið er fyri kvinnur við krabbameini, og eru tað dugnaligu starvsfólkini í Make-up Store í havn, sum fara at taka sær av undirvísinigini.
 
Tað gleðir okkum á Krabbameinsfelagnum at kunna bjóða tær á eitt spennandi ókeypis skeið í andlitsrøkt og make-up tann 15. januar 2014. Skeiðið er fyri kvinnur við krabbameini, og eru tað dugnaligu starvsfólkini í Make-up Store í Havn, sum fara at taka sær av undirvísingini
 
Vit vita øll, at krabbameinsviðgerð við til dømis kemoterapi og strálum kann ávirka okkara útsjónd. Hetta kann hava við sær broytta og neiliga kroppsuppfatan hjá tí einstaka. Tú kennir teg møguliga meira sjúka og troytta, enn tú í veruleikanum er, og kann hetta aftur tyngja títt sinn og tín dagligdag.
 
Tað gleðiliga er hinvegin, at tað veruliga er nógv, vit í dag kunnu gera fyri at kenna okkum betri. Nógv góð og brúkbar ráðgeving finst eftirhondini um bæði rørslu, kost, make-up, klæðir og annað, sum samanlagt kann viðvirka til, at tú, ið er rakt av krabbameini, fær tað betri kropsliga og sálarliga.
 
Vit á Krabbameinsfelagnum ynskja at hjálpa tær við at vísa á hesar møguleikar. Tí hava vit millum annað tikið stig til hetta skeiðið saman við Make-up Store.
 
Vit vilja hervið bjóða kvinnum, sum eru raktar av krabbameini á skeið í húð-, andlitsrøkt og at leggja make-up. Á skeiðnum fært tú hugskot, nýggjan íblástur og vegleiðing til tína persónligu andlitsrøkt og útsjónd.
 
 
Skeiðið verður í Make-up Store í Kongagøtu 6, 100 Tórshavn mikudagin 15. januar 2014 kl. 17.00 – 20.00.
Vinarliga boða frá luttøku hjá Krabbameinsfelagnum á tlf. 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
 
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari
 
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim