11-11-2013
Norðurlendsku Krabbameinsfeløgini hava útluta €750.000 til krabbameinsgransking.

Nordisk Cancer Union er ein samskipan av krabbameinsfeløgum í norðurlondum. Eina ferð um árið verða útlutaðar umleið 6 mió. kr. til vísindaligt krabbameinsarbeiði, ið fer fram í Norðurlondum. Treytin fyri at fáa stuðul er, at arbeiðið hevur ein felags norðurlendskan leist, og at samskipað verður ímillum fleiri vísindaligar stovnar í ymiskum Norðurlondum.
Grundarlagið er eisini, at vísindaliga góðskan í umsóknunum skal vera høg, og at arbeiðið í breiðum høpi snýr seg um kliniska epidemiologi. Tað eru 6 limir í Scientific Committee, ein frá hvørjum av teimum norðurlendsku londunum. Limirnir eru útnevndir frá teimum ymisku krabbameinsfeløgunum í hvørjum landi. Føroyar hevur í løtuni formanssessin, og Jákup N.Olsen er formaður í Nordic Cancer Union. Føroyskur limur í Scientific Committee er Jóhan Poulsen, urologur.
Á fundi í Keypmannahavn 25.10.13 vórðu útlutaðar í alt € 750.000 til vísindaliga gransking í Norðurlondum.
Rósa Barkardóttir úr Íslandi fekk € 80.000 til kanning av arvaligheit innanfyri bróstkrabba.
Tone Bjørge úr Noregi fekk í alt € 30.000 til at kanna, hvønn týdning graviditetur hevur fyri krabbamein hjá mammuni.
Paul Dickman fekk € 50.000 til at kanna eitt online baserað oyðublað hjá krabbameinssjúklingum, og hvønn týdning hetta hevur fyri at monitorerað lívskvalitet og yvirlivilsi hjá sjúklingum.
Joakim Dillner fekk € 30.000 til at kanna sambandið millum undirlívskrabba hjá kvinnum og screening fyri HPV DNA (humant papilloma virus).
Tom Grotmol fekk € 30.000 fyri at kanna arvaligheitina hjá monnum við testiscancer.
Eva Hellström fekk vegna bólk í norðurlendskum myelodysplastisk syndrom gruppu í alt € 50.000 til at kanna virðið av einum biobanka (blóðkrabbagransking).
Hans Erik Johnsen fekk € 25.000 til at finna umbøtur í viðgerð av sjúklingum, ið hava multipel myelom – eisini eitt slag av blóðkrabba.
Göran Jönsson fekk € 50.000 til at kanna móðurmerkjakrabba í eygunum (malignt melanom í eygum).
Jesper Lagergren fekk € 35.000 til at kanna, hvat árin skurður fyri fiti (gastric bypass-kirurgi) hevur fyri útbreiðslu av krabbameini hjá sjúklingunum.
Jiong Li fekk € 35.000 til at kanna, hvønn týdning tað hevur, at mammur, ið eru við barn, fáa ymisk sløg av medisini, og hvønn týdning hetta hevur fyri útbreiðslu av krabbameini hjá børnunum, ið koma undan.
Satu Mustjoki fekk € 80.000 til at kanna kronisk myeloida leukæmi og hvørji sløg av kemoterapi kunnu veitast til hesa sjúku.
Karin Nordin fekk € 30.000 til at kanna, hvønn týdning fysisk venjing (fitness) hevur fyri rekonvalescens hjá krabbameinssjúklingum, ið hava fingið viðgerð.
Päivi Peltmäki fekk € 45.000 til at kanna arvaligheit hjá sjúklingum, ið hava krabbamein í tjúkktarminum.
Eero Pukkala fekk € 55.000 fyri at kanna samanhangin millum arbeiðsstøðu og krabbamein.
Kjels Schmiegelow úr Keypmananhavn fekk € 45.000 fyri at kanna, hvat slag av kemoterapi er best fyri sjúklingar, ið hava akutta lymfoblastiska leukæmi.
Teuvo Tammela fekk € 30.000 til at kanna viðgerð av sjúklingum, ið hava prostatakrabba, í Finlandi og Svøríki.
Fredrik Wiklund fekk € 50.000 fyri at kanna epidemiologisk viðurskifti viðvíkjandi prostatakrabba í Norðurlondum.
Umsóknarfreistin til at søkja um stuðul komandi ár er 02.09.14. Oyðubløð eru at finna á heimasíðuni hjá NCU á www.ncu.com.
Referentur: Jóhan Poulsen, urologur.