22-10-2013
Hugnakvøld fyri sjálvhjálparbólkin "menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba"

Mikukvøldið 13. november 2013 kl. 19.00, verður hugnakvøld fyri monnunum í sjálvhjálparbólkinum "menn, ið hava ella hava havt, prostata krabba" og makum teirra.
Bowlinghøllin verður staðið har vit hittast, her verður borðreitt við tí allarbesta ein kann hugsa sær til eitt sjálvtøku jólaborð, írokna rísgreyt og kaffi omaná. Kostnaðurin er í alt kr. 250,00 fyri hvønn, tó uttan drykkjuvørur.
Vit hittast mikukvøldið 13. november 2013 kl. 19:00.
GG: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba - eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
vinarliga boða frá á telefon 317959- ella umvegis teldupost : ffk@krabbamein.fo í seinasta lagi hósdagin 07. november - hetta er sera umráðandi fyri at boða kokkinum frá hvussu nógv vit eru - minnist til makan !
vinarliga
Eirikur Ó. Simonsen, fm