22-10-2013
Oyralokkar og Bandana

Hvørt ár verður eyka ljós varpað á bróstkrabba í oktobermánaða. Afturat ymiskum tiltøkum, so sum rennidegi í Klaksvík og kvøldsetu í SMS, so selur bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum oyralokkar, sum Mikkalinu hevur gjørt, eisini selja tær bandana við sloyfuni á.
Møguligt er at keypa oyralokkar og bandana á hesum støðum: Margerita í SMS, Apotekinum í Havn, Runavík og Klaksvík, hjá SIRI og í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Peningurin, sum inn kemur fer til gransking innan bróstkrabba og annað arbeiði hjá Bót til Bata.
