14-03-2008
Palliativ eind á Landssjúkrahúsinum
Føroya Felag Móti Krabbameini fegnast um, at palliativ eind er sett á stovn í Landssjúkrahúsinum.
Hølini hjá B6 á landssjúrkahúsinum eru umvæld, og í hesum sambandi eru tvær av stovunum innrættaðar av nýggjum, so tær frameftir kunnu virka sum ein palliativ deild.
Deildin ella eindin er serliga ætlað krabbameinssjúklingum, og hon skal virka sum ein deild fyri alt landið.
Líka síðani Føroya Felag Móti Krabbameini varð stovnað fyri 29 árum síðani, hevur felagið strongt á fyri at bøta um viðurskiftini hjá krabbameinssjúklingum og teim doyggjandi.
Við einum palliativum toymi og einari palliativari deild eru vit nú komin eitt stig rætta vegin.
Við Sosialin sigur Ingun Gaardbo, deildarleiðari, at tað er harðliga tiltrongt, at vit fáa hesa eindina. Hetta er fyrsta stigið móti einum veruligum hospis í Føroyum, sigur Ingun Gaardbo.
Yvirlæknin á medisinsku deild, Erik Wandall, er samdur við Ingun í, at eitt hospis hevði verið ynskiligt, og hann nevnir í Sosialinum gomlu dreingjadeildina í Hoydølum sum eina fína loysn, tá studentaskúlin einaferð flytir út.
Longu í 2001 fekk táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, handað eitt álit um hospis í Føroyum frá einum arbeiðsbólki, har formaðurin í FFK, Jákup N. Olsen, var formaður.