01-04-2008
Skeið í húð og andlitsrøkt
Týsdagin 22. apríl 2008 frá kl. 13. til 16. verður Skeið í húð og andlitsrøkt fyri kvinnur við krabbameini.
Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri skeiði í andlitsrøkt og at leggja make upp.
Skeiðið er fyri kvinnur við krabbameini. Skeiðið er ókeypis og verður nevnt ”Look good feel better”.
Vit vita at krabbameinsviðgerðin við t.d kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er.
Kanningar runt um í heimi vísa, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum styrkja um sjálvsálitið, um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up. Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru.
Vit vilja hervið bjóða kvinnum, sum eru raktar av krabbameini á skeið í húð, andlitsrøkt og at leggja make-up, soleiðis at tær kunnu fáa hugskot og nýggjan íblástur og hjálp til at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.
Skeiðið verður í hølunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, týsdagin 22. apríl 2008, frá kl. 13.00 til 16.00.
Undirvísari er Elsa í Garði, kosmetologur.
Ynskja tygum at luttaka, vinarliga boða frá luttøku hjá Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959/217959/217957 ella á Onkologiska Ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum telefon 304500 lokal 6210 ella lokal 6211