10-04-2008
Menn fáa eisini krabbamein
Føroya Felag Móti Krabbameini ætlar komandi árið at varpa ljós á menn og krabbamein.
Fyrsta tiltakið í hesum átaki verður á aðalfundinum hjá felagnum, týsdagin 15. apríl. Tá heldur Rodmundur í Liða, lækni, fyrilestur við heitinum: Læknin sum sjúklingur.
Næsta tiltak verður 28. mai, tá Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri einum tiltaki, sum bert er ætlað monnum. Kvinnur hava onga atgongd.
Endalig skrá er ikki løgd enn, men millum luttakararnar verður Johan Poulsen, yvirlækni og urologur, sum skal halda fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli og krabbamein í steinunum hjá monnum.
Við hesum átaki ynskir Føroya Felag Móti Krabbameini at koma á tal við menn út frá teirra fortreytum, royndum og ynskjum, soleiðis at vit kunnu gera okkara tilboð til menn betri og meira viðkomandi.
Í dag gera nógv fleiri kvinnur enn menn brúk av tilboðunum, sum felagið veitir. Á leið 85 prosent eru kvinnur, meðan á leið 15 prosent eru menn.
Vit ynskja at fáa fleiri menn í felagið og møguliga seta á stovn bólkar fyri menn. Tí ynskja vit at hoyra frá monnum, um hvat teir ynskja og hvat vit mangla.
Menn og kvinnur hava ymiskan tørv, tá tað kemur til ráðgeving og stuðul. Tað vísir seg, at menn heldur søkja sær stuðul frá sínum nærmastu, meðan kvinnur hava lættari við at søkja sær hjálp og stuðul uttanífrá og hava lættari við at taka av teim tilboðun, sum eru til taks.
Menn søkja eisini meira vitan og amboð, sum kunnu hjálpa teimum at fáa tak á støðuni, so sum vitan um sjúku, viðgerðarmøguleikar og hvat teir sjálvir kunnu gera.
Føroya Felag Móti Krabbameini ynskir tí at varpa ljós á serligu støðuna, sum menn koma í, tá teir fáa krabbamein.