Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

19-03-2009

Kunnandi fundur um koppseting móti lívmóðurhálskrabba


2. apríl 2009 kl. 19 skipa Føroya felag móti krabbameini og Heilsumálaráðið fyri kunnandi fundi í Miðlahúsinum um koppseting móti lívmóðurhálskrabba. Katrin Kallsberg, lækni í kvinnusjúkum, fer at halda fyrilestur um lívmóðurhálskrabba og um fyribyrging av hesi sjúku, og Katrin Gaard, fulltrúi í Heilsumálaráðnum, fer at kunna um koppingartilboðið til ungar gentur.
Í februar kom í gildi kunngerð, sum heimilar koppseting ímóti HPV-virusi ella lívmóðurhálskrabba. Í fyrsta umfari er hetta tilboðið, ið er ókeypis, galdandi fyri 14 ára gamlar gentur. Koppsetingarnar skulu verða framdar innan gentan fyllir 15 ár.


Føroya felag móti krabbameini hevur leingi strongt á at fáa hetta tilboðið til ungar gentur. Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar á hvørjum ári 18 kvinnur í Føroyum, í Danmark er talið 400 kvinnur. Vit vita, at helmingurin av kvinnunum doyggja. Koppingarevnið verjir móti einum krabbaelvandi virusi, sum smittar við kynsligum sambandi. Orsøkin er ígerð av Human Papilloma Virus ella HPV. Nýggja koppsetingin fyribyrgir, at gentan ella kvinnan fær tvey sløg av HPV (16 og 18). Tað vil siga, at taka gentur og kvinnur av tilboðnum áðrenn tær eru kynsliga búnar, kunnu vit sleppa undan 70 prosent av tilburðunum.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim