Hugnaløta 10. juni

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.
Endamálið við bólkinum er :
- at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
- at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki
- at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi
- at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi
Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu umleið sættu hvørja viku fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn týskvøldið 10. juni 2009 kl. 19.00
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 9. juni kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo