07-05-2009
Móðurmerkjabólkurin møtist aftur

Móðurmerkjabólkurin møtist aftur mikukvøldið 3. juni 2009 kl. 19.00.
Móðurmerkjabólkurin er ein bólkur av fólki, ið er skorin fyri móðurmerkjakrabba. Endamálið hjá bólkinum er m.a. at fólk kunnu koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, og veita hjálp til sjálvhjálp.
Boða vinarliga frá luttøku á telefon 317969/217959 ella send teldupost til ffk@krabbamein.fo