Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

05-05-2009

Krabbameinsfelagið nýggjan samleika


Føroya Felag móti Krabbameini fyllir 30 ár, og hevur valt at dagføra sín samleika, við nýggjum búmerki, nýggjum grafiskum samleika, nýggjari heimasíðu og nýggja navninum Krabbameinsfelagið. Felagið hevur á mannamuni í mong ár havt hetta heitið, og nú hevur felagið eisini formelt skift navnið.
Sendistovan hevur staðið fyri tilgongdini at menna nýggja samleikan í tøttum samspæli við Krabbameinsfelagið. Íblásturin til nýggja samleikan er eitt bland millum serføroyskt og útlendskt. Føroyski íblásturin kemur frá heldini, sum eisini var partur av gamla búmerkinum. Heldin er eitt gamalt føroysk amboð, ið var nýtt í hoyna. Súmbolikkurin er, at heldin er samlandi og verjir tað, ið hon ber.

Í sniðgávuni varð eisini kagað út í heim, og sniðgevarnir á Sendistovuni funnu íblástur í universellum súmbolikki, ið vit kenna frá øðrum búmerkjum, sum hava við krabbamein at gera. Teknið fyri óendaligt súmboliserar ævinleikan og er partur av nýmenta búmerkinum, eins og sloyfan, ið somuleiðis er eitt.  Eisini er sloyfan, ið vit kenna frá krabbameinsbúmerkjum, partur av samleikanum.

Nýggja búmerkið er ein variatión av áðurnevndu heldini, tekninum fyri óendaligt og sloyfuni, sum vit kenna frá heilsufrøðiligum súmbolikki.

Búmerki  hevur eina gongd, sum byrjar við einum myrkalillaðum liti, og endar í einum heilt ljósum liti. Hetta súmboliserar, at stríðið móti krabba kann vinnast, og harvið er vón fyri framman. Litirnir á heldini eru í einum lillaðlittum universi, meðan skriftin er blá. Hetta gevur eitt bland millum tað kvinnuliga og tað mannliga.

Heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum er gjørd í Dynamicweb heimasíðuskipanini, ið Sendistovan umboðar í Føroyum. Krabbamein.fo hevur í nógv ár verið ein virkin síða, við nógvum tíðindum. Við nýggjari tøkni, snøggum sniði, ið tekur støði í samleikanum og hollari ráðgeving í skipan av tilfari, verður síðan framyvir í alt størri mun ein miðil har Krabbameinsfelagið kann vegleiða, ráðgeva og samskifta við limir felagsins, avvarðandi, fjølmiðlar og myndugleikar. Í sambandi við Føroyar móti krabba verður heimasíðan ein savnandi miðil.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa handil á heimasíðuna, soleiðis at tað eisini fer at bera til at keypa eitt nú vældámdu armbondini, postkort, plakatir o.a., ið felagið hevur til sølu, beinleiðis á heimasíðuni.
 
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim