23-09-2024
Kafé-prát á Landssjúkrahúsinum um árin av krabbameini

Undirvísing og prát fyri sjúklingar, sum eru, og hava verið í viðgerð fyri krabbamein.
Av krabbasjúku og -viðgerð kanst tú uppliva kropsligar, sálarligar, sosialar og eksistentiellar broytingar í gerandisdegnum. Vit bjóða undirvísing og prát í mun til hesar avbjóðingar.
TILMELDING: Tekna teg við at senda teldupost til onkologi@ls.fo
HVAR? Landssjúkrahúsið H-bygningurin Sannustova Hædd 0
NÆR? Týsdagar kl. 11.00–12.00
Krabbameins Endurmenningartoymið