Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

04-06-2024

Minst til sólverju – eisini í Føroyum


FYRIBYRGING: Endiliga ber til aftur at njóta sól og summar eftir langan og kaldan vetur. Umráðandi er tó at vera ansin í sólini, tí tað er heilsuskaðiligt at verða skáldaður og kann í ringasta føri elva til krabbamein í húðini. Njót tí sólina við skili.

Týdningarmestu orsakirnar til húð- og móðurmerkjakrabbamein eru ov nógv sól og sólskáldingar. Eisini er greitt, at sjálvt avmarkað nýtsla av solarium kann vera vandamikil. Fært tú ov nógvar vandamiklar uv-strálur, gerst húðin reyð, og ikki øll vita, at tá hevur tú longu skáldað teg. Tað er langt áðrenn, húðin er vorðin blóðreyð og møguliga hevur fingið bløðrur. Tí er umráðandi at verja seg í sólini - ikki bara uttanlands, men eisini her heima.

 

Tey trý s-ráðini

1. Skuggi

2. Sólhattur

3. Sólkrem

                                                                                                               

Skuggi

Sum kunnugt er uv-strálingin sterkast klokkan 12-15. Tað er eisini tá, fólk í suðurlondum halda siesta og fara í skuggan. Ger sum tey og far í skuggan eina løtu og slepp undan nógvu uv-strálingini. Sjálvt um tú ikki ert í beinleiðis sól, fært tú bæði lit og D-vitamin. Gransking hevur nevniliga víst, at D-vitamin verður framleidd upp á minuttir, tá húðin fær uv-strálur, og at húðin eisini framleiðir D-vitamin í skugganum. 

 

Sólhattur

Ert tú í sólini millum klokkan 12 og 15, er sólhattur við breiðum skugga besti mátin at verja høvd, oyru, nakka og andlit. Eisini eru leys og tættvovin klæði úr bumull góð at verja seg við og køla væl í hitanum.
 

Sólkrem

Smyr sólkrem á umleið 20 minuttir, áðrenn tú fert í sólina. Í londum tætt við Ekvator eigur tú at nýta sólkrem við faktor 30. Smyr við ríkiligum mongdum, annars lækkar faktortalið. Vel altíð sólkrem, sum verjir móti uva- og uvb-stráling. Minst til at smyrja sólkrem á aftur nakrar tímar seinni og, um tú hevur svomið, sveittað nógv, ella turkað tær við handklæði.

 

Hugsa um børnini

Umráðandi er at ansa væl eftir børnunum í sólini, tí teirra húð er serliga viðkvom. Tað ber væl til hjá børnum at vera úti klokkan 12-15, um tey eru í skugga ella vard við klæðum og sólkremi. Lat tey í klæði, sum koma niður á knæ og albogar. Vát klæði veita ikki somu verju sum turr. Skift tí klæði, um tey eru vát. Pinkubørn eiga tó at verða hildin burtur úr sólini, og tørvar teimum tí ikki at verað smurd við sólkremi.

 

Við ynski um eitt gott summar

 

Krabbameinsfelagið

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim