Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

20-05-2024

Krabbameinsøkið má skipast betur við lóg


Á myndini frá vinstru: Marnar Fríðheim Kristiansen, Durita Tausen, Hansina Mikkelsen, Anna Kristina Joensen og Magnus Magnussen
AÐALFUNDUR: Krabbameinsfelagið hevur júst havt aðalfund. Nevndin hevur skipað seg, og samstundis er eisini ársfrágreiðingin frá felagnum komin út.

Mikudagin 15. mai var aðalfundur hjá Krabbameinsfelagnum, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

 

Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður
Hansina Mikkelsen, kassameistari
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur
Marnar Fríðheim Kristiansen, nevndarlimur

 

Hansina Mikkelsen er nývald og kemur inn fyri Olgu Kristinu Hansen, sum hevur valt ikki at stilla uppaftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.   

 

Ársfrágreiðingin fyri 2023
Enn eitt hendingaríkt ár hjá Krabbameinsfelagnum er farið afturum við nógvum tiltøkum, skeiðum, fyrilestrum og øðrum. Her er nakað av tí, sum tú kanst lesa um í ársfrágreiðingini:

 

Krabbameinsfelagið 45 ár á baki
Tann 17. januar í ár eru 45 ár liðin, síðan Sanna Dahl, maðurin Bjarni Niclasen og Lions feløgini í Føroyum stovnaðu Krabbameinsfelagið. Í 2023 kom ævisøga út um Sannu Dahl. Ein áhugaverd bók, sum feðgarnir Martin og Flóvin Þór Nygaard Næs hava skrivað.

 

Tveir nýggir skannarar
Krabbameinsfelagið fegnast eisini um, at Føroyar nú hava fingið tveir nýggjar skannarar. Ein CT-skannara og ein 3-Tesla MR-skannara. Hetta er stórt framstig í arbeiðinum at fáa staðfest krabbamein skjótt og væl. Les meira um hetta á síðu 8 í ársfrágreiðingini.

 

Nýggj roykilóg
Danskir heilsumyndugleikar siga, at 30 prosent av øllum krabbameinstilburðum í Danmark standast av royking. Royking er størsta einstaka atvoldin til krabbamein. Tí er tað gleðiligt, at landsstýriskvinnan í heilsumálum er farin undir arbeiðið at gera nýggja og dagførda roykilóg.

 

Fleiri fáa heilsubót, men...
Sjálvt um Krabbameinsfelagið saman við øðrum hevur arbeitt miðvíst øll hesi 45 árini við at upplýsa um krabbamein og bøta um korini hjá krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi, er tó framvegis langt á mál. Seinastu árini eru tað fleiri og fleiri føroyingar, sum hava fingið staðfest krabbamein. Sí hagtøl á síðu 3 í ársfrágreiðingini.

 

Tíbetur fáa nógv heilsubót, men tíverri eru vit eftirbátar í Norðurlondum, tá ið hugt verður at, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Tað hevur tí størstan skund at fáa vent gongdini. Føroyskir sjúklingar mugu fáa lógartryggjaðan rætt til skjóta útgreining og viðgerð fyri krabbamein og ásett hámark fyri mest loyvdu bíðitíð.   

 

Um ársskiftið fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum tí eitt tilmæli frá arbeiðsbólki um nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein, sum tú kanst lesa meira um á síðu 7 í ársfrágreiðingini. Umboð fyri Krabbameinsfelagið luttók í hesum arbeiði.

 

Áheitan á politikarar og myndugleikar
Tilmæli eftir tilmæli verða sostatt gjørd, men tað gongur ov seint at seta tey í verk. Fyri skjótt fimm árum síðan fekk heilsumálaráðharrin til dømis eisini handað álit um palliatión, men enn er einki gjørt við tað. Í ársfrágreiðingini heitir Krabbameinsfelagið tí staðiliga á politikarar og myndugleikar um at seta tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk sum skjótast. Krabbameinsøkið má skipast betur við teimum lógarásetingum og mannagongdum, sum víst verður til í Krabbameinsætlanini. Tað fer at lyfta økið á sama stig, sum í hinum Norðurlondunum.

 

At enda kanst tú eisini lesa um einstøku tiltøkini í farna ári aftast í ársfrágreiðingini.  

 

Ársfrágreiðingin hjá Krabbameinsfelagnum fyri 2023 kann heintast og lesast her: Ársfrágreiðing 2023

 

Góðan lesihug!

 

Vilt tú vita meira um okkurt ávíst evni í ársfrágreiðingina hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú venda tær til forkvinnuna Duritu Tausen, tel. 21 79 58.

 

  

 

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim