Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

29-04-2024

Kom og kanna tíni móðurmerki á Landssjúkrahúsinum


TAÐ ER FULLTEKNAÐ TIL TILTAKIÐ Á HUÐAMBULATORIINUM 16. MAI, FLEIRI ENN 300 ERU NÚ Á BÍÐILISTA, VIT FEGNAST UM GÓÐU UNDIRTØKUNA. UM TÚ HEVUR EITT MÓÐURMERKI TÚ IVAST Í OG HELDUR AT TAÐ ÁTTI AT VERIÐ KANNAÐ, SKAL TÚ SETA TEG Í SAMBAND VIÐ EGNAN LÆKNA.

Mai mánaður er altjóða melanom mánaður. Móðurmerkjakrabbi (malignt melanom) er krabbamein, ið kemur í móðurmerki. Í mai mánaði varpa vit ljós á húð- og móðurmerkjakrabba. 

 

Hetta gera vit við bjóða áhugaðum at melda seg til at koma til húðlækna í húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin tann 16. mai at læra meira um móðurmerki og at fáa móðurmerki síni kannaði. Vit hesum átaki, ið Húðambulatoriið og Krabbameinsfelagið standa fyri, vóna vit at økja um vitanina og tilvitskuna um vandamiklu móðurmerkini. Krabbameinsfelagið luttekur á degnum við kunnandi faldarum.

 

Móðurmerkjakrabbi er tað vandamiklasta slagið av húðkrabba, og er talið av tilburðum vaksið nógv seinastu 50 árini. Vandin at fáa móðurmerkjakrabba er eitt nú tengdur at hvørji húðtýpu, ein hevur.  Tær ljósu húðtýpurnar, ið lættliga brenna seg í sólini, eru í nógv størri vága at fáa móðurmerkjakrabba.

 

Móðurmerkjakrabbi kann stava frá UV-geisling frá sól og solarium, og sólbrunar á ungum árum illteinkjast serliga at elva til móðurmerkjakrabba. Tí er umráðandi at verja børnini og tey ungu ímóti vandamiklu UV-strálunum – eisini í Føroyum. Tó at ikki ber til púrasta at forða móðurmerkjakrabba at taka seg upp, finnast fyribyrgjandi stig, ið vit kunnu taka. Eitt nú í mun til góðar sólvanar, at verja okkum fyri sólbruna og at snarkanna fyri krabbamein. Verður móðurmerkjakrabbin uppdagaður skjótt, eru útlitini góð. Viðgerðin er í flestu førum skurðviðgerð, men kann viðgerðin eisini vera medisinsk.

 

Vit vóna at síggja tykkum, ið eru stúrin um tykkara móðurmerki, ella eru áhugað at læra meira um móðurmerkjakrabba í húðambulatoriinum tann 16. mai. Legg til merkis, at tað er avmarkað pláss at sleppa at kanna síni móðurmerki, og fáa luttakarar eina tíð, ið verður tillutað eftir tilmeldingunum. Luttøka krevur tilmeldingin, og melda tit til við at senda ein t-post til hudamb@ls.fo. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai. 

 

Eitt kliniskt toymi við húðlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivarum eru klár at taka í móti tykkum í ambulatoriinum hendan dagin. Hava tit spurningar um tiltakið, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara. Vit síggjast til ein hugnaligan dag í Húðambulatoriinum í Útistovu á Landssjúkrahúsinum.

 

Húðambulatoriið og  Krabbameinsfelagið

 
Tiltakið fer fram tann 16. mai kl.09:00-17.00 í Útistovu (Bláa ambulatoriinum) á Landssjúkrahúsinum.
Melda til við at at senda ein t-post til hudamb@ls.fo.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. mai. 2024.
Miðlar eru vælkomin at venda sær til barro@ls.fo við møguligum fyrispurningum.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim