Mist makan
Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist makan, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur. Og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, fáa styrki til at koma eitt fet víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.
Til at skipa fyri og leiða bólkarnar, eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.
Bólkurin kemur saman fyrstu ferð týsdagin 9. apríl – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 14 hvønn dag, 7 ferðir í alt.
Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.