Stór undirtøka fyri HPV koppseting
Mælt verður til, at bæði gentur og dreingir verða koppsett, tá tey eru 12 ár. Tað eru tvær koppsetingar, og tað er ókeypis at verða koppsettur millum 12-17 ár. Tey, ið eru blivin 15 ár, tá tey fáa fyrstu HPV koppseting skulu hava tríggjar koppsetingar.
HPV, sum smittar við kynsligari samveru, er rættiliga vanlig – serliga millum ung undir 30 ár. Í flestu førum berjir kroppurin ígerðina niður sjálvur, men hjá summum verður støðan varandi og kann gerast til kyknubroytingar, sum kunnu føra til krabba. Hít forðar ikki HPV-smittuni, tí HPV kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. Tí smittar HPV eisini við kynsligari nerting.
Tá ið ein er HPV-koppsettur, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Tú eigur at vera koppsett/ur, áðrenn tú verður virkin kynsliga, og tað merkir, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV.
Les meira um HPV her.
Kelda www.gigni.fo