Linnandi viðgerð ta seinastu tíðina
Linnandi viðgerð ta seinastu tíðina
- heima, á røktarheimi, á sjúkrahúsi ella á hospice
Eldraráðini fyri Norðoyggjar og Eysturoynna skipa fyri einum almennum fundi í Løkshøll, mikudagin 21. februar kl. 18.30. Til viðgerðar verður palliativ viðgerð í Føroyum, út frá fyriliggjandi áliti um “Palliatión í Føroyum”, sum bleiv handað landsstýrinum í 2019.
Tiltakið er ókeypis men tilmelding er neyðug.
Trýst á 'keyp' knøttin fyri at melda til.
Framløgur:
Pál Weihe, lækni og Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, palliativa toymi
Ása Jaspurdóttir, kommunulækni
Súsanna Olsen, varaleiðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Torbjørn Jacobsen, Kommunufelagið
- Steðgur
Pallborðsorðaskifti:
Margit Stórá, landsstýriskvinna
Páll á Reynatúgvu, stjóri í Veks
Sverri Steinhólm, prestur
Durita Tausen, Krabbameinsfelagið
Margreta í Buð, avvarandi
Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið
Kommunulæknafelagið