Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

04-01-2024

Qigong skeið fyri fólk sum hava seinfylgjur orsakað av krabbameinssjúku og viðgerð


Krabbameinsfelagið skipar fyri Qigong skeiði fyri fólk sum hava seinfylgjur orsakað av krabbameinssjúku og viðgerð. Skeiðið verður eina ferð um vikuna í 6 vikur og er ókeypis.
Vit venja í Grønlendingahúsinum á Jøkulstræti 8, Tórshavn, vit byrja mánadagin 15. januar kl 11.30 - 12.45, undirvísari er Kirstin Ellingsgaard, útbúgvin qigongvenjari. 
 
Skeiði verður lagt til rættist eftir luttakarunum, har vit byrja varðliga fyri síðan at byggja kropp og sinn spakuliga upp. Luttakarnar fáa 2-3 venjingar við heim hvørja ferð, soleiðis at man heldur seg viðlíka í tí dagliga. 
 
"Hvat er Qigong og hvat er tað gott fyri" ?
 
Tað stutta svarið er, at Qigong er ein fyribyrjgandi og heilsufremjandi rørsluvenjing sum hevur sín uppruna frá Traditionellari Kinesiskari Traditión, eins og acupunktur og Tai Chi. Qigongrørslurnar eru tvinnaðar saman við tí djúpa andadráttinum og hjálpa tær til eitt heilsugott lív. 
 
Tú fert m.a. at leggja merki til hvussu tú styrknar, sleppur spenningum, kroppurin verður smidigari og tú far ein góðan kropsburð.Tær róligur rørslurnar saman við tí djúpa andadráttinum skapa ró, soleiðis at títt nervalag sissast og tú lærir betur og betur at varnast tínar góðu kropskenslur.
 
Her eru 10 ágóðar við at gera Qigong:
 
• styrkir kroppin
• minkar um strongd
• gevur betur svøvn
• gevur orku
• betrar um konditiónina
• sissar sinnið 
• betrar um fokus
• fyribyrgir depressión
• loysir spenningar
• dempar pínu
• við til at betra tín kropsburð o.m.a.
 
Kom og royn Qigong saman við Kirstin Ellingsgaard frá Sansa og Krabbameinsfelagnum. Tað er ókeypis at luttaka. Hoyr nærri og melda til hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim