23-10-2023
Undirlívsbólkurin bjóðar til hugnaløtu

Mánakvøldið 30. oktober kl. 18.30 bjóðar undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum til hugnaløtu á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Kom til hugnaligt prát og samveru og fá ein góðan drekkamunn, saman við kvinnunum í undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum😊
Boða frá luttøku á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956, ein teldupost á kmf@krabbamein.fo ella boða frá á sosialu miðlunum hjá Krabbameinsfelagnum.