Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

12-09-2023

Met stórur stuðul til Team Rynkeby Føroyar


Leygardagin 9. september var kekkhandan í Gulu Smiðju í Saltangará. Umframt kekkhandanina vóru rørandi og inniligar røður at hoyra frá umboðum í Team Rynkeby, og Land of Maybe spældi tveir sangir á hugnaligu løtuni.

Trygvi Kallsoy, liðskipari í Team Rynkeby Føroyar, handaði Fríðhild Højgaard frá Hjartabarninum, kekkin við metstóru upphæddini, sum er 1.715.000 krónur. Ikki bara er hetta metstór upphædd hjá Team Rynkeby Føroyum, men hetta er størsta upphædd, sum eitt lið hjá Team Rynkeby nakrantíð hevur savnað.

Stuðulin fer í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur vegna Team Rynkeby Føroyar. Hesin grunnur stuðlar hjarta-, lunga- og krabbabørnum og teirra familjum. Børnecancerfonden, sum hjálpur føroyskum børnum, ið mugu til Danmarkar í viðgerð fær eisini part av stuðlinum.

Nógv børn og ung stríðast við sorg, sakn ella á annan hátt hava ilt i sálini. Berin og Sinnisbati gera eitt megnar atbeiði fyri at hjálpa hesum børnum og fáa eisini stuðul frá Team Rynkeby Føroyar.

Í ár vóru tveir súkklarar á liðinum búsitandi í Grønlandi, og tískil letur Team Rynkeby Føroyar eisini pening til Grønlendska krabbameinsfelagið seinni í mánaðinum, tá ið stór innsavning verður har.

Team Rynkeby Føroyar eru ovurfegin um og ómetaliga takksom fyri stóra áhugan millum fyritøkur, kommunur, skúlar, dagstovnar og onnur, sum trúføst og gleðiliga stuðla okkara søk.

Serliga hugaligt hevur verið, at børn hava skipað fyri nøøkrum stuðulstiltøkum og hava latið Team Rynkeby nógvar tíggju túsund krónur. Team RYnkeby Føroyar gleðist um at lata peningin til børn, sum stríðast við sjúku, sorg, sakn ella hava sinnisligar avbjóðingar.

Team Rynkeby Føroyar takkar hjartaliga øllum somlum, sum hava stuðlað á ein ella annan hátt farna árið. Uttan tykkara stuðul hevði tað ikki verið gjørligt.

Túsund takk øll somul 💛

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim