Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

27-08-2023

Stormens vuggevise - ein sosialrealistisk ungdómsskaldsøga


Tað er føroyska Barbara Beatrice Davidsen, sum hevur skriva skaldsøguna “Stormens vuggevise”, sum er ætlað ungum frá 12 ár og uppeftir. Brim helt, at Ester var hennara besta vinkona. Men tað var áðrenn, Ester gjørdist sjúk av krabba.

Áðrenn Brim sveik hana og misti seg sjálva til ein bannaðan dreym. Nú veit Brim bert eitt: at hon svevur best, tá stormurin herjar. ‘Stormens vuggevise’ lýsir, hvussu ein lívshóttandi sjúka broytir alt og styrkir bondini millum tvær vinkonur, meðan tær bjóða av fatanina av kærleika og trúfesti. Tað er ein søga um vinaløg, forelskilsi og ábyrgd. Og um óvæntaða vakurleikan í lívsins fløkju.

 

Á bókabaksíðuni stendur soleiðis um skaldsøguna:

Barbara Beatrice Davidsen, fødd í 1992, er fødd og uppvaksin í Føroyum og býr í Keypmannahavn. Hon hevur altíð verið hugtikin av góðu søguni, og longu í fólkaskúlanum gjørdist flokslærari hennara stúrin um, at hon altíð sat og stardi droymandi út gjøgnum gluggan, skrivar forlagið um rithøvundan, og heldur fram.

 

Við tíðini kom dreymurin um at gerast søguforteljari. Í 2020 kom hon við stuttsøguni ‘Sangfuglen’, og síðan eru komnar fleiri stuttsøgur frá hennara hond. Nú kemur hon so við fyrstu skaldsøgu síni. ‘Stormens vuggevise’ er ein sosialrealistisk ungdómsskaldsøga um at vera ungur í Føroyum, um vinalag, kærleika og trúgv, tá deyðin kemur ov tíðliga.

 

Íblásturin til skaldsøguna kom einaferð Barbara var og vitjaði foreldur síni í Føroyum, og tað hevði verið stormur alla náttina.

 

- Eg var eitt sindur í ørviti og ørkymlað um morgunin tá eg vaknaði, og minnist, at eg hugsaði, at tað var langt síðani, at eg hevði sovið so væl. Mamma gramdi seg um, at hon ikki hevði fingið eygað aftur á náttini, og spurdi meg hvussu eg hevði sovið. Eg svaraði: “Eg elski at sovna í larminum frá stormi”.

 

- Setningurin setti gongd á okkurt. Hann kendist meira sannur enn alt annað, ein sigur í gerandisdegnum. Eg fekk hug til at kanna, hvussu summi fólk finna ró í kaos.

 

- Hetta gjørdist mín arbeiðssetningur, og eg byrjaði at skriva um tað, eg kenni: Um bergtakandi staðið, har eg eri fødd og vaksin upp. Um skúlagongd, forelskilsi og vinalag. Av tí at sjúka eisini fylti nógv í mínum lívi, gjørdist tað eisini ein partur av søgugongdini, har eirindaleysa føroyska náttúran eisini spælir við. 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim