Røðan hjá Fridu Augustinussen
Góðu tit øll,
Vit eru nógv, sum hava glett okkum til í dag. Eg standi her, bæði sum umboð fyri foreldrabólkin í Krabbameinsfelagnum og sum súkklari í hesum felagsskapinum, sum hevur givið bæði mær og øðrum so nógv.
Men fyrst av øllum eri eg kona Jónleif og mamma Leilu, Elisu, Finn og Jonhard. Okkara yngsti, Jonhard, fekk staðfest krabbamein sum trý ára gamal og hetta kollvelti alt familjulívið. Tað er skjótt, at ein kann koma at kenna seg einsamallan við einum barnið, ið er álvarsliga sjúkt. Tað eru bæði nógvu sjúkrahúsvitjanirnar, ferðingin, nýggja lívsstøðan og áhaldandi óttin, ið kann skapa fjarstøðuna ímillum teg og onnur menniskju. Tað, ið minkar mest um einsemi í slíkum førum, er at práta við onnur, sum eru í einari støðu, ið minnir um tína. Foreldabólkurin í Krabbameinsfelagnum hevur nógv ár á baki og hevur verið okkum góður. Bæði hjá manninum og mær, hjá Jonhard, og eisini hinum børnunum hjá okkum, sum hava haft møguleikan práta við onnur systkin til sjúk børn. Vegna felagið vil eg hjartaliga takka tykkum, Team Rynkeby Føroyar, fyri allan stuðulin tit hava latið Krabbameinsfelagnum seinastu árini.
Vit í foreldrabólkinum eru takksom fyri, at hesin stuðulin gera tað møguligt hjá okkum at hittast um summari á summartúrið og um veturin til jólahald. Hetta eru tvær góðar løtur fyri okkum, ið hava krabbamein tætt at lívinum. Eisini var tað við stuðli frá Team Rynkeby Føroyar og Treystið í Klaksvík, at vit fingu heili tvær Christianiasúkklur við sondustativi til Sjúklingahotellið niðri í Venøgade. Teir longu dagarnir annaðhvørt á Ríkissjúkrahúsinum og á Sjúklingahotellinum eru ofta tungir. Tað er fantastiskt fyri familjurnar nú at kunna fara á súkklutúrar í Keypmannahavn og eina løtu skifta hvítu veggirnir út við fríska luft og dukandi býarlív. Tað vóru tvey stolt børn, Elina og Jonhard, ið handaðu Sjúklingahotellinum súkklurnar. Eg havi hitt nógv fitt børn á mínum veg, summi eru her og summi eru blivin einglar: lítla fitta Elina andaðist í februar, seks ára gomul. Elina var ein heilt serlig genta, hon var eitt ljós og tú kundi ikki annað enn gerast góð við hana. Vit, sum familja, hava haft stóra troyst í at fylgjast við henni og familju hennara ígjøgnum hesi árini. Hóast sjúku hava vit haft góðar løtur. Elina elskaði unicorns, og við henni og hennara familju í tonkunum, súkkli eg til París við nøvnunum hjá Elinu og Jonhardi klistrað á súkkluna. Eg á mínum gula hesti - við klisturmerkjum av Elinu og hennara unicorn-hesti, og Jonhard við sínum pingvin-hesti 🙂
Túrurin vit fara á í dag er bæði merktur av gleði og sorg. Vit gleðast um, at vit hava heilsuna at fara á henda túrin og at vit innanfyri Rynke-familjuna knýta lívslong vinarbond tvørtur um aldur, uppruna, útbúgving og hugsjónir. Tað er ein gáva at koma at kenna menniskju, sum vit helst ikki høvdu komið at kennt annars. Størsta gleðin av øllum er tó at vera við til at varpa ljós á, at tað eru børn, sum eru álvarsliga sjúk og at vit í felag kunnu stuðla teimum og familjum teirra.
Vit hava mist tvær rynkur av liðnum í ár. Ávegis til Havnar hava vit verið á Nesi, á grøvini hjá Súnfríð, og í Kollafirði, á grøvini hjá Ragnar Peturi. Okkara tankar eru við teimum og teirra familjum. Vit vildu ynskt at Súnfríð og Ragnar Petur sótu á gulu súkklunum saman við okkum í dag. Tey eru nógv saknað, og vit fara at hava tey ímillum okkum á túrinum til París. Tey bæði hava givið so nógv til okkara felagsskap og nú er tað okkara uppgáva at lata tað liva.
Góðu rynkur,
Eg vil takka fyri hetta góða fyrireikingarskeiði vit hava haft. Hetta er fjórðu ferð eg súkkli við og aðru ferð eg fari til París. Eg vil takka fyri allar venjingarnar, allan stuðulin og hugnan hesar seinastu mánaðirnar. Eisini skal ljóða ein tøkk til allar okkara familjur - uttan tykkum og tykkara hjálp á heimafrontinum var ikki gjørligt hjá okkum at fara á henda túrin.
At enda - takk til tykkum øll, ið hava stuðla Team Rynkeby Føroyar á einhvønn hátt. Eg fegnist vegna sjúku børnini og familjur teirra - latið okkum hava tey fremst í tonkunum á hesum túri til París, sum av álvara byrjar nú. 🙂
Takk fyri.