Vit í Krabbameinsfelagnum eru ómetaliga takksom, at 3-Tesla MR-skannarin nærkast í hvørjum

Í krabbameinsætlanini, sum varð handað í apríl í fjør, eru 69 tilmæli. Eitt av teimum er, at nýggjur MR-skannari, ein 3-Tesla MR-skannari, verður keyptur skjótast til ber.
3-Tesla MR-skannarin fer at gagna okkum føroyingum nógv. Tá ið talan er um illgruna um krabbamein, gagnar hann serliga teimum, har illgruni er um prostatakrabba ella um arviligan bróstkrabba.
Stóra tøkk tit, sum geva gávuna.
Takk Margit Stóra, at tú ynskir at taka ímóti gávuni.
Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum