Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

25-05-2023

Skulu vit góðtaka gitingar og tilmæli eftir tilmæli?


Tað ber snøgt sagt ikki á mál. Í øllum førum ikki, tá ið tað snýr seg um krabbamein.

Í bæði føroyskum og donskum fjølmiðlum hava vit seinastu dagarnar frætt, at danska stjórnin hevur sett sær fyri, sum forsætismálaráðharrin orðar tað,”at endurreisa álitið á donsku krabbameinsviðgerðina”. Hetta sprettur úr, at tað er vorðið greitt, at tað eru danskir krabbameinssjúklingar, sum ikki hava fingið viðgerð innan ásettu tíð. Gølan er eisini, at tað er ikki komið fram í ljósmála, at sjúklingarnir hava ikki fingið ta viðgerð, sum teir hava rætt til. Danska stjórnin hevur gjørt av at fara til verka. Beinanvegin.

 

Hvussu er støðan so í Føroyum?

 

Í Føroyum er einki, sum eitur at verða útgreinað ella útgreinaður og fáa viðgerð innan ásetta tíð. Tí í Føroyum hava vit ikki, sum í Danmark og øðrum av okkara grannalondum, lóg um mest loyvdu bíðitíð.

 

Í Føroyum er heldur einki, sum eitur, at sjúklingar ikki hava fingið ta viðgerð, sum teir hava rætt til. Tí í Føroyum hava vit ikki, sum í Danmark og øðrum av okkara grannalondum, lóg um viðgerðartrygd.

 

Tað kann vera, at vit í Føroyum ikki bíða longur, enn tey gera í Danmark.

 

Vit vita tað ikki. Vit hava ikki tøl, sum vísa, hvussu long tíð gongur frá tí, at illgruni er um krabbameinssjúku til tað er staðfest, um talan er um krabbameinssjúku. Vit hava heldur ikki tøl fyri, hvussu long tíð gongur frá, at sjúkan er staðfest, til sjúklingurin er komin í viðgerð.

 

So. Kanska er støðan í Føroyum tann sama í Danmark. Kanska er hon betri. Kanska er hon verri. Í øllum førum er støðan tann, at vit vita tað ikki. Vit kunnu bara gita.

 

Vit vita, at í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív.

 

Vit vita eisini, at tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein.

 

Vit vita eisini, at í hinum Norðurlondunum eru tølini penari enn okkara. Har eru lutfalsliga fleiri, sum fáa heilsubót. Vit eru eftirbátar, bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.

 

Fyri stívliga einum ári síðani var nýggj krabbameinsætlan handað landsstýrisfólkinum í heilsumálum. Ætlanin er á tremur við tilmælum, heili 69 í tali, og tað er so smátt farið undir arbeiðið at seta tilmælini í verk.

 

Millum tilmælini eru 

  • at orða menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina, tí stórar avbjóðingarnar eru á økinum
  • at ávísingarskipanin verður einføld og gjøgnumskygd
  • at tað í lóg verður ásett, hvussu long bíðitíðin kann vera, áðrenn sjúkan er útgreinað
  • at tað í lóg verður ásett, hvussu long tíð kann ganga, áðrenn sjúklingurin fær viðgerð
  • at skrásett verður, hvussu long tíð gongur, frá tí sjúklingurin hevur fingið ávísing til hann er útgreinaður og til hann fær viðgerð. Hesi hagtølini skulu verða almannakunngjørd nakrar ferðir um árið.

 

Tilmælini eru orðað og fest á blað. Tey sum ráða, hava fingið tilmælini fyri góðum ári síðani.

 

Veruleikin er, at enn eru tey allarflestu bara tilmæli. Og enn gita vit, hvussu statt er við bíðitíðum.

 

Brettið nú upp um armar og setið tilmælini í verk!

 

Fyri Krabbameinsfelagið

 

Durita Tausen

Formaður

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim