Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

27-04-2023

Krabbameinsfelagið fegnast, tí tað er ómetaliga gott at fáa ein 3-Tesla MR-skannara


At fáa staðfest krabbamein so skjótt sum til ber, tað hevur alt at siga. At sjúklingurin eisini kann verða kannaður so væl, so ómakaleyst sum til ber og í Føroyum? Tað hevur alstóran týdning.

Hjá teimum monnum, har illgruni er um prostatakrabba – teimum gagnar ein 3-Tesla MR-skannari serliga nógv. Eitt er, at tað er munin lættari at verða skannaður, heldur enn at taka vevnaðarroyndir. Nakað annað er, at kanningin er nógv betri og úrslitið nógv meiri álítandi. Vevnaðarroyndirnar siga bara, um krabbi er í sjálvum royndunum. Er eingin krabbi í royndunum, so kann krabbi tó vera aðra staðni í prostatakertlinum.

 

Við rætta tólinum, 3-Tesla MR-skannaranum, er myndin so góð og nágreinilig, at allur kertilin verður kannaður. Aftur at tí sleppa umleið 50-70% av teimum monnunum, har illgruni er um sjúkuna, undan at taka vevnaðarroyndir. Myndin kann staðfesta, at teir hava ikki áleypandi prostatakrabba.

 

3-Tesla MR-skannarin gagnar eisini teimum kvinnum, har illgruni er um arviligan bróstkrabba.

 

Í krabbameinsætlanini er tilmæli 46, at nýggjur MR-skannari verður keyptur skjótast til ber. Ein 3-Tesla MR-skannari. Mælt verður til, at tað verður gjørt í 2022 ella í 2023.

 

Eg havi fult álit á, at tað fæst greiða á, hvar hann skal standa.

 

Tí jú. Tað er ómetaliga gott og alneyðugt at fáa ein 3-Tesla MR-skannara!

 

Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelag

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim