Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

19-04-2023

Krabbameinsfelagið havt aðalfund


Mikudagin 19. apríl hevði Krabbameinsfelagið aðalfund.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Durita Tausen, forkvinna og Anna Kristina Joensen, kassameistari. Báðar stillaðu uppaftur og vórðu valdar.


Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Durita Tausen, forkvinna
  • Magnus Magnussen, næstformaður
  • Anna Kristina Joensen, kassameistari
  • Olga Kristina Hansen, nevndarlimur
  • Marnar Fríheim Kristiansen, nevndarlimur.

 

Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.


Heilsan frá formanninum:

 

Fororð
 
2022. Árið, tá ið vit fingu nýggja krabbameinsætlan, tá ið stórir batar vórðu gjørdir í dagpeningalógini og vit fingu ein Phd-ara í krabbameini. 
 
Eisini árið, har sjálvboðin hava skipað fyri nógvum hugnaløtum og øðrum tiltøkum og har út við 1000 fólk vóru til skeiðini um børn og sorg. Og ikki minst fingu nógv fólk hjálp og góða ráðgeving frá starvsfólkunum í Krabbameinsfelagnum.
 
Krabbameinsætlanin
Vit fegnast um at hava fingið nýggja krabbameinsætlan. Krabbameinsætlanin er eitt megnaravrik. Har eru 69 tilmæli um, hvat er neyðugt at gera. Tilmælini eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt skal verða um hagtalsgrundarlagið. 
 
Men orð einsamøll bera ikki á mál. Neyðugt er við avrikum og alneyðugt er at fara til verka.
 
Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri, at av Norðurlondum eru vit eftirbátar. Bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.
 
Besta trygdin fyri, at færri doyggja av krabbameini, er at færri fáa krabbamein. Størsta einstaka atvoldin til krabbamein er tubbak. Áheitanin frá Krabbameinsfelagnum á politiska myndugleikan er tí: 

 

  • Hækkið prísin á tubbaksvørum og avmarkið, hvør hevur loyvi at selja tubbak. 
  • Leggið størri dent á at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja.

 

Eitt av tilmælunum í krabbameinsætlanini er, at eitt tvørfakligt krabbameinsráð verður sett undir Heilsumálaráðnum. Ráðið hevur m.a. uppgávuna at ráðgeva landsstýrisfólkinum, hvussu tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Krabbameinsráðið varð tilnevnt síðst í 2022 og landsstýriskvinnan hevur fingið fyrstu tilmælini. 
 
At vit eru eftirbátar, tað má broytast. Og tað ber til at broyta.
 
Vit fáa hjálpt, tí tit stuðla okkum
Í Krabbameinsfelagnum eru nógv sjálvboðin, sum skipa fyri tiltøkum, hugnaløtum og rætta eina hjálpandi hond, tá ið felagið skipar fyri stórum tiltøkum.
 
Tað er næstan ikki ár, at ikki onkur vendir sær til felagið, tí tey vilja savna pening til felagið. Soleiðis var eisini í ár, tá ið m.a. stórt tiltak var í Salt í Suðuroy.
 
Øll hjálpin og allur stuðulin vit fáa, tey gera, at vit kunnu veita ta hjálpina, sum vit gera. Tað er alt grundarlagið undir arbeiðinum hjá okkum. Og brúk er fyri okkum. Nógv fólk venda sær til Krabbameinsfelagið fyri at fáa hjálp, ráð og vegleiðing, og talið er økt nógv seinastu árini. 
 
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðulin.
 
Jú. 2022 hevur verið eitt gott ár. 
 
Durita Tausen, formaður
 
Les ársfrágreiðingina fyri 2022 her.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim