Nýggjur ráðgevi í starv í Krabbameinsfelagnum

Krabbameinsfelagið bjóðar Onnu Kristinu Joensen vælkomna í starv sum ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum. Hon kemur í starvið fyri Sólrun Jacobsen, ið er farin í farloyvi í eitt ár.
Anna Kristina er 39 ára gomul og ættað úr Norðragøtu. Anna Kristina gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 2008 og hevur starvast á B6 og Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, umframt á Umlættingar – og Rehabiliteringsdeplinum Urd hjá Tórshavnar Kommunu.
Anna Kristina hevur altíð brent fyri krabbameinsøkinum og hevur nomið sær serútbúgving innan krabbamein. Vit fegnast um at hon nú er sett í starv hjá Krabbameinsfelagnum.