Undirlívsbólkurin bjóðar til hugnaløtu
Halda Hansen, ið hevði krabbamein í 2019, 2021 og aftur í 2022, fer at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein, hvussu hon fótaði sær í støðuni, og um hvussu hon hevur tað í dag.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 28. februar kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo