Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

31-10-2022

Børn og sorg - hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja


Filmsupptøkur frá undirvísingini 27. september, filmarnir av børnunum og framløgan eru nú tøk á heimasíðuni.

Krabbameinsfelagið skipaði í døgunum 26. -  29. september fyri stórum tiltakið um børn og sorg. Yvir fýra dagar varð skipað fyri almennum fyrilestri og undirvísing um hvussu vit kunnu hjálpa børnum, sum syrgja. Áleið 1000 fólk luttóku og afturmeldingarnar hava verið framúr góðar. Eisini varð undirvísingin í Norðurlandahúsinum týsdagin 27. september bandað og liggur nú tøk á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum, til fría nýtslu hjá skúlum, stovnum og øðrum, ið kunnu hava áhuga í hesari undirvísing.

 

Tiltakið eru liður í støðuga arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á børn og sorg og tilbúgving. Børnini sluppu eisini til orðanna í filmum sum Krabbameinsfelagið hevur gjørt til høvi. Talan er um tríggjar filmar við føroyskum børnum, har børnini siga frá um teirra uppliving við sjúku og deyða og um hvørja hjálp tey fingu og koma við ráðum um hvat var gott og hvat kundi verið betur. 

 

Fyrilestrarnir síggjast her.

 

Filmarnir við børnunum síggjast her.

 

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum.

 

Børn hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg kunnu geva børnunum fleiri trupulleikar at dragast við.

 

Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini.

 

Endamálið við skeiðnum var tí at styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin. Skeiðini eru ein liður í einari tilgongd, har miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving.

 

Skeiðsleiðari var Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Otto Gram, lærari á Tvøroyrar skúla, og Mirjam Johannesen, leiðari fyri dagstovnin Sólareygað í Tórshavn. 

 

Framløgan hjá Per Bøge kann takast niður sum PDF her.

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim