Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

22-09-2022

LJÓSAREYÐUR OKTOBER – Bót til bata varpar ljós á bróstkrabba


Í oktober varpa vit ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi kanst tú ogna tær hesar oyralokkar/armband og samtíðis stuðla gransking og arbeiðinum hjá Bót til Bata, ið er bróstkrabbabólkur hjá Krabbameinsfelagnum

Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.

 

‘Eingi bróst eru eins’ er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.

 

Fleiri ferðir áður hevur Bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva, ið hevur sniðgivið ein bróstkrabbalut. 

 

Í ár er samstarv gjørt við STEINUM, sum hevur sniðgivið vakrar oyralokkar og armbond. Armbond og oyralokkar eru framleidd av kvinnum í Ukraina, sum vanliga framleiða fyri STEINUM.


Tað er avmarkað mongd av oyralokkum og armbondum. Undanfarin ár hevur sølan gingið sera væl, so um tú ynskir tær einar oyralokkar ella armband, so er ikki at bíða.


Sølan byrjar mánadagin 3. oktober í Ullvøruhúsinum í Havn, Tjaldurs apoteki, apotekinum í Steinatúni, apotekinum í Runavík, apotekinum í Klaksvík og á apotekinum á Tvøroyri. Kostnaður fyri armband er kr. 275,- og oyralokkarnir kosta kr. 250,- fyri parið.


Eisini skipar Bót til bata, bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, fyri hugnaløtu á bókasavninum við Løkin í Runavík tann 12. oktober kl. 19.00.


Á skránni verður hugni og prát, har Annika Karlsdóttir Ljósstein fer at siga frá, tá hon fekk staðfest bróstkrabba, sum 36 ára gomul. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. 


Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding á telefon 317979, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo Øll eru hjartaliga vælkomin.


Bót til bata og Krabbameinsfelagið takka av hjarta fyri stuðulin. Ein serlig tøkk til Gilli Brend í Hoyvík fyri myndir, Steinum fyri snið, Føroyaprent fyri prent, umframt tær kvinnur, ið hava latið seg avmynda í sambandi við hetta átak.

 

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim