Rørslutilboð í Klaksvík
Rørslutilboð fyri allar Norðoyggjar
4. oktober kl. 18.00 byrjar rørslutilboðið í Klaksvík aftur. Tilboðið er fyri folk við krabbameini. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum.
Vit venja týsdagar frá 18.00 – 19.00 í Ven og virka, á Kjalarvegi 48. Venjari er Jóngerð J. Biskopstø, fysioterapeutur.
Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Tað er ókeypis at luttaka!
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.
Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo