04-10-2022
Stuðulstiltak í SALT - online uppboðsølan er opin

Skipað verður fyri stórum stuðulstiltaki í SALT leygarkvøldið 15. oktober kl. 19.00. Til ber at ogna sær atgongumerki við at ringja ella skriva til telefon 262651. Á skránni verður ábit, stuttligt undirhald, góður tónleikur, frásøgn frá Finngerð Mikkelsen, live uppboðsøla og listaframsýning. Eisini er møguleiki at keypa sær lutaseðlar.