Gongutúrur út á Trælanýpuna
Gongutúrur út á Trælanýpuna
Kom við hjálparbólkunum hjá Krabbameinsfelagnum ein túr út á Trælanípuna mikudagin 11. mai kl. 17.30.
Øll, sum hava ella hava havt krabbamein vælkomin við. Vit møtast við Nípukafe'ina og ganga eftir eftir gøtuni. Túrurin er lutfallsliga lættur at ganga. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm.
Aftaná túrin bjóðar Krabbameinsfelagið suppu og drekkamunn á Nípukafe'ini og tí er tað neyðugt at boða frá luttøku.
Hevur tú hug at koma túr við okkum? ring á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamei.fo innan týsdagin 10. mai kl. 12.00.
Vinarliga
Bróstkrabbabólkurin, Prostatabólkurin, Foreldrabólkurin, Undirlívsbólkurin, Móðurmerkjabólkurin og Lip- og Lymfødembólkurin