17-09-2021
Peningahandan Team Rynkeby Føroyar
Á móttøku í Finsen leygardagin 25. september kl. 16.00 handar Team Rynkeby Føroyar Krabbameinsfelagnum innkomna peningin.
Tiltakið er alment.
Á móttøkuni verða røður og tónleikur, umframt at tað verður høvi at heilsa uppá tey, sum súkklaðu í 2021 og tey, sum skulu súkkla til París í 2022.