Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

06-07-2021

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin 8. juli


Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegna koronustøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin 8. juli

Hósdagin 8. juli byrjar túrurin hjá Team Rynkeby Føroyar við tiltaki klokkan 10.30 á Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 100 kilometrarnir á túrinum súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið, áðrenn liðið endar í Havn. Á leiðini suður vitjar Team Rynkeby nakrar av stuðlunum, og møguleiki verður at heilsa upp á súkklararnar.

Skráin fyri túrin er hendan:

Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík.

Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík.

Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum.

Kl. 13:50: Betri í Saltangará

Kl. 14:25: Bakkafrost.

Kl. 15:55: Margáir.

Kl. 18:25: Móttøka í Perlutorginum við Reinsaríið.

Seinni um kvøldið fer liðið við Norrønu.

Leygardagin 10. juli kemur Norrøna til Hirtshals. Henda fyrsta dagin í Danmark gongur leiðin úr Hirtshals til Løgstør, og strekkið er 109 kilometrar.

Sunnudagin verður súkklað úr Løgstør til Ringkøbing, umleið 180 kilometrar.

Mánadagin er longsti dagur við 193 kilometrum. Tá súkklar Team Rynkeby Føroyar eftir vestursíðuni á Jútlandi til Tønder, tætt við týska markið.

Týsdagin gongur leiðin til Svendborg á Fjóni – umleið 150 kilometrar.

Mikudagin súkklar liðið 174 kilometrar. Súkklararnir fara suðureftir til Taasinge og Langeland, aftur til Fjón og enda hendan dagin norðuri á oynni, í býnum Middelfart.

Hósdagin eru ikki so nógvir kilometrar, men tá fær liðið fleiri hæddarmetrar í beinini enn hinar dagarnar. Súkklararnir koma aftur til Jútlands, súkkla nakrar brattar brekkur í Vejle, og ávegis til Silkeborg súkklar liðið niðan til Himmelbjerget. Kilometrarnir hendan dagin eru 130 kilometrar.

Fríggjadagin súkklar liðið til Randers, framvið Mariagerfjord og eftir eystursíðuni á Jútlandi og enda dagin í Aalborg; umleið 152 kilometrar.

Leygardagin 17. juli er síðsti dagur á túrinum. Hendan dagin skuldi liðið komið til París, men Team Rynkeby súkklar 69 kilometrar - úr Aalborg til Hirtshals, har túrurin endar, og flestu súkklararnir fara heim aftur við Norrønu.

Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1260 kilometrar á túrinum.

Til ber at fylgja við á Facebook-síðuni hjá Team Rynkeby Føroyar her. Myndir verða eisini regluliga lagdar út frá túrinum, skrivar Team Rynkeby á Facebook.

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim