12-04-2021
Vest Pack fekk listaverkið hjá Joel Cole
Týsdagin 30. mars fekk Áki Olsen, forstjóri í Vest Pack handað listaverki hjá listamanninum Joel Cole.
Standmyndin, sum er úr viði og basalti, var ein partur av uppboðssøluni í samband við innsavningina 'Føroyar móti krabba' og hægsta boðið átti Vest Pack.
Vest Pack keypti vøkru standmyndina fyri 35.000 krónur.
Hjartaliga takk fyri stuðulin.