Venjingin byrjar aftur

Rørslutilboðini hjá Krabbameinsfelagnum byrja aftur
Í Klaksvík verður vant hvørt hóskvøld, vit byrja aftur hóskvøldið 7. januar kl. 19.00 í kjallaranum á Sambýlinum á Heygum, Kjalarvegur 48, Klaksvík. Venjari er Jóngerð Biskopstø.
Í Havn venja vit hósdagar, vit byrja aftur hósdagin 14. januar kl. 14.30 í fimleikarhøllini FIMI í Gundadali. Venjari er Augusta Mikkelsen.
Nýggjasta tilboðið í Miðvági byrjar mánakvøldið 18. januar kl. 19.00 í venjingarmiðstøðini VEN. Venjarar eru er Jana Egholm og Maria Samson.
Rørslutilboðini er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Tað er ókeypis at luttaka!
Tilmelding á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959.