Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 18. november kl. 19.00
Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Eftir áheitan frá limum okkara hava vit fingið Trine Skov Eysturoy at koma at greiða okkum frá um kokubotnsvenjingar og inkontinens. Trine er útbúgving fysioterapeutur, hon arbeiðir hjá Havnar fysioterapi og hevur serkunnleika í kokubotni, inkontinens v.m.
Vit hittast mikukvøldið 18. november 2020 frá kl. 19.00 til umleið kl. 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58, í Havn. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.
Skráin fyri kvøldið:
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
-Trine Skov Eysturoy hevur orðið (undirvísingin verður á donskum):
- Bækkenet og bækkenbundens anatomi
- Blærens fysiologi og funktion
- Hvad er inkontinens og hvorfor bliver mange inkontinente efter en prostatacancer?
- Hvordan træner man bækkenbunden!
- Gode råd i forbindelse med inkontinens
- Spørgsmål?
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund
GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi týsdagin 17. november kl. 12.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Við ynski um, at tit hava havt eitt gott summar hóast Covi-19 tilmælir.
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm.