Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

21-09-2020

Samrøðubólkur fyri makar hjá monnum, sum hava ella hava havt prostatakrabba


Bólkurin hittist mikukvøldið 7. oktober kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. Á skrá hetta kvøldið: Mona við Reiðlið, Lívsgóðska hóast avbjóðingar. Mona er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur lisið positiva sálarfrøði

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka hava orkuna til at hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best. 


Vit vita, at stuðul frá makanum hevur alstóran týdning fyri tann, ið er sjúkur, og at tað eru nógvar avbjóðingar og krøv til makan. Tí bjóðar Krabbameinsfelagið makum at monnum við prostatakrabba at koma í  ein samrøðubólk. 


Vit vita eisini frá royndum, at hóast makin er vorðin sjúkufríur, verður lívið ikki altíð tað sama sum áður. Ofta eru nógv seinárin at stríðast við. Seinárinini ávirka bæði tann, ið hevur verið sjúkur og makan. Virðini kunnu vera broytt, útsjóndin kann vera broytt, orkan kann vera munandi minni, kroppsførleikar kunnu vera mistir, tykkara sosiala lív og umgangur kann verða broyttur og ofta er kynslívið í ein stóran mun ávirkað av árinunum. 


Í samrøðubólkinum kanst tú fáa góð ráð ella bara fáa sett orð á hvussu ørkymlandi tað kann verða at vera maki. Tú fært eitt frírúm til at tosa við aðrar kvinnur, ið vita hvat tú tosar um. At tosa um evni, sum ofta eru tabu at tosa um, undir tryggum umstøðum og í trúnaði.

 

Bólkurin hittist mikukvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

Á skrá hetta kvøldið: Mona við Reiðlið, Lívsgóðska hóast avbjóðingar. Mona er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur lisið positiva sálarfrøði.

 

Hevur tú hug at luttaka, ella hevur tú spurningar viðvíkjandi hesum, kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella senda teldubræv til kmf@krabbamein.fo. 

 

Boða frá luttøku áðrenn mikudagin 7. oktober kl. 12.00

 

Vegna bólkin

 

Johild Ziskason

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim