Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

07-08-2020

Sjúkrarøktarfrøðingar lokið útbúgving innan barnapalliatión


Hansina Mikkelsen og Sólrun Jakobsen, báðar sjúkrarøktarfrøðingar, hava seinasta árið tikið víðari útbúgving innan barnapalliatión á OsloMet universiteti, sum kallast «​Tverrfaglig videreutdanning i barnepallition». Tær fingu stuðul til útbúgvingina frá Team Rynkeby Føroyar Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum.

Sjúkrarøktarfrøðingar lokið útbúgving innan barnapalliatión 

 

Hansina Mikkelsen og Sólrun Jakobsen, báðar sjúkrarøktarfrøðingar, hava seinasta árið tikið víðari útbúgving innan barnapalliatión á OsloMet universiteti, sum kallast «​Tverrfaglig videreutdanning i barnepallition». Hetta er triðju ferð, at henda útbúgving verður útbjóða og fyrstu ferð sum tvørfaklig útbúgving. Hetta er ein serstøk víðari útbúgving sum er stovnsett við tí endamáli, at fyriskipa eitt barnapalliativt tilboð til familjuna við álvarsligum og lívshóttandi sjúkum børnum. Tær hava seinasta árið verið regluliga til undirvísing í Oslo, umframt fjarundirvísing á netinum.  Tær eru tær fyrstu sum hava nomið sær víðari útbúgving innan barnapalliatión í Føroyum​, tær​​ hava fingið fíggjarligan stuðul til útbúgvingina frá Team Rynkeby Føroyar Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum.

 

Útbúgvingin ​Tverfaglig videreutdanning i barnepallition​ tekur høvuðsstøði í familjuni og sjúka barninum frá 0 – 18 ár uttan mun til hvør sjúkan er. Útbúgvingin gevur teimum førleikar at verða ressource persónar í menningini av barnapalliatión í Føroyum, umframt at arbeiða tvørfakligt saman við ymiskum stovnum og tænastum sum eru til taks. Hetta eru arbeiðsførleikar sum stuðla og eru grundarlagi​ð​ undir at leggja til rættis eina væleydnaða palliativa sjúkugongd fyri álvarsliga sjúka barnið og familjuna.

 

Tær hava báðar víðari útbúgving innan palliativa økið til vaksin og ynskja við hesari útbúgving at verða við til at menna og varpa ljós á barnapalliatión í Føroyum. Útbúgvingin hevur givið teimum nýggja vitan og førleikar, sum tær vilja nýta til at arbeiða fyri​,​ at tað palliativa økið verður raðfest hægri,​ og​ at tað fær tað rúmd og umstøður sum tað eigur at hava, eisini politiskt og heilsufakligt. Tað er av stórum týdningi, at vit sum samfelag í Føroyum kunnu verða á jøvnum føti við londini rundan um okkum, eisini á barnapalliativa økinum, siga tær báðar.

 

”Við hesum vilja vit takka Team Rynkeby Føroyar fyri stuðulin. Vit eru sera eymjúkar og takksamar fyri tað ​framúr góða ​arbeiðið, sum Team Rynkeby Føroyar átakið ger og gevur. Tit øll eru við til at varpa ljós á álvarsliga sjúka barnið og familjuna rundan um og eru samstundis við til at hjálpa ørðum sum okkum, at hjálpa. Vit vilja við hesari útbúgving verða við til at varpa ljós á barnapalliatión í Føroyum” siga tær báðar, Hansina Mikkelsen og Sólrun Jakobsen at enda.

 

Krabbameinsfelagið ynskir tykkum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. 

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim