Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

12-05-2020

Njót sólina í Føroyum


Vársólin er komin, og vit kunnu gleðast um mangar veðurgóðar dagar. Dagar sum bjóða til samveru og gongutúrar, har tað er lættari at vera saman við frástøðu.

Njót sólina í Føroyum

 

Vársólin er komin, og vit kunnu gleðast um mangar veðurgóðar dagar. Dagar sum bjóða til samveru og gongutúrar, har tað er lættari at vera saman við frástøðu. Mong hava eisini sett sær fyri at vera heima í Føroyum hetta summarið, nú korona ger tað tvørligt at leita út í heim. Men eisini í Føroyum kunnu við verða sólskáldað, um vit ikki ansa eftir sólini.

 

Vit skulu ikki renna undan sólini, men njóta hana við skili. Krabbamein í húðini er vanligt krabbameinsslag um okkara leiðir. Hetta tí mong hava ljósa húð, og tí ikki tola sólina í ov stórum nøgdum. Men útvið 90 % av øllum tilburðum av húð- og móðurmerkjakrabbameini kunnu verða fyribyrgd, um vit verja okkum móti úv-strálum frá sólini og lata vera at brúka solarium.

 

Krabbamein í húðini er lætt at fyribyrgja, um tú bert fylgir fýra einføldum ráðum:

 

1. Skuggi. Sólin er sterkast millum kl. 12 og 15. Tá er skilagott at vera í skugganum ella hava steðgir frá sólini. Tær nýtist ikki at vera í beinleiðis sól fyri at fáa lit.

 

2. Klæði.  Brúka klæði, ið verja nakka, kropp, yvirarmar og lør. Leys, tættvovin klæði úr bummull verja best. Brúka sólhatt ið fjalir høvd, oyru og skuggar fyri andlit og nakka. Sólbrillur verja móti uv-strálum og skaðum á eygu.

 

3. Sólkrem. Brúka sólkrem við í minsta lagi faktori (SPF) 15, har sum klæði ikki verja húðina. Í londum tættari við Ekvator verður mælt til sólkrem við faktori 30. Hóast tú brúkar solkrem, eigur tú ikki at liggja og steikja í sólini.

 

4. Sløkk solarium. Solarium økja munandi um vandan fyri krabba í húðini.

 

Verj børnini

Sólverja er umráðandi, serstakliga fyri børn. Tess oftari børn verða sólskáldað, tess størri er vandin at fáa krabbamein í húðini seinni í lívinum. Pinkubørn eiga als ikki at vera í sól og nýtast tí ikki at verða smurd í sólkrem.

 

D-vitamin og sól

Likaminum tørvar D-vitaminir fyri at kunna taka kálk og varðveita sterka beinagrind alt lívið. Harumframt fyribyrgja D-vitaminir sjúkum. D-vitamin verður ment, tá uv-strálurnar frá sólini raka húðina. Hóast tú nýtur sólina við skili, brúkar sólkrem og ert í skugganum, fært tú ta neyðugu nøgdina av D-vitaminum. Likamið ger nóg mikið av D-vitaminum, um tú bert ert úti í sólini 10-20 minuttir tríggjar ferðir um vikuna.

 

Fylg við uv-indeksinum

Tá uv-indeksið er 3 ella omanfyri, eigur tú at verja teg við at smyrja sólkrem á húðina. Við ókeypis appini, “Uv-indeks”, kanst tú kanna uv-indeksið, har tú ert. Tú kanst taka niður appina ókeypis í App Store og Google Play.

 

Gott summar!

 

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim