Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

27-01-2020

Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiði í listterapi


Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu luttaka. Nógv halda seg skula vera listafólk, men tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur ikki at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. Viðkomandi undirvísing, ymisk øvilsir og ein løtt máltíð eru eisini partur av skeiðnum. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur.

Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiði í listterapi
 


Nær:

Bólkurin byrjar um hálvan apríl og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna í 3 til 4 tímar. 


Hvør:

Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu luttaka. Nógv halda seg skula vera listafólk, men tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur ikki at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. 


Hvat:

Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at luttakararnir hava stóra gleði av at vera saman og - frítt og í trúnaði - deila tað, tey hava í felag.

 

Á skeiðnum í listterapi kanst tú - umframt at úttrykkja teg í talu - eisini brúka t. d. skriving, tekning og máling. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við kreativu uppgávurnar, og hevur hetta higartil ikki verið nakar trupulleiki hjá nøkrum luttakara. Dentur verður lagdur á, at tú skalt føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar.                                                                                                               
Viðkomandi undirvísing, ymisk øvilsir og ein løtt máltíð eru eisini partur av skeiðnum. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur. 


Brot úr afturmeldingum: 

“Skeiðsferðin hevur verið lærurík og avbjóðandi. Tað er ikki altíð lætt at tosa um kenslur, stúranir ella tað, ið eingin sær. Gjøgnum at skriva, tekna, tilevna og skapa eru tankar og kenslur komnar fram, sum hava verið grundarlag fyri samrøðu og samveru.”

 

“Skeiðið hevur givið mær nógv at taka við mær. Ikki bara aksept – men, eisini at síggja nýggjar møguleikar. Og at seta enn meira ljós á tað góða í løtuni.” 


Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim