Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

09-01-2020

Krabbameinsfelagið verið á vitjan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum


Á myndini eru Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landstýriskvinna í almannamálum og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum
Tíbetur eru fleiri og fleiri sum verða frísk av krabbameini, ella sum liva leingi við sjúkuni. Tað kann taka drúgva tíð at basa sjúkuni, og tað vísir seg, at galdandi lóggáva loftar ikki tí nóg væl. Landsstýriskvinnan greiddi frá, at tey eru í gongd við at gera uppskot til Vælferðarlóg.

Krabbameinsfelagið verið á vitjan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum

 

Tann 7. januar var Krabbameinsfelagið á fundi við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, har Krabbameinsfelagið kunnaði um virksemið hjá felagnum, umframt at vísa á ábøtur, sum felagið heldur eru neyðugar á almannaøkinum.

 

Tíbetur eru fleiri og fleiri sum verða frísk av krabbameini, ella sum liva leingi við sjúkuni. Tað kann taka drúgva tíð at basa sjúkuni, og tað vísir seg, at galdandi lóggáva loftar ikki tí nóg væl. Undir teimum umstøðunum er fíggjarliga hjálpin til tey nærmastu heldur ikki nøktandi.

 

Tað er sárt, um tann sjúki og familjan, afturat sjúkuni, eisini fáa álvarsliga fíggjarligar trupulleikar at dragast við.

 

Tað hevði bøtt væl um, um sjúkudagpeningar kundu verið veittir í longri tíð enn í dag.

 

Fyri lívsgóðskuna hevur tað eisini nógv at siga at kunnu arbeiða, alt eftir hvør orkan er. Í dag ber til at fáa tillagað starv, men so skal arbeiðsførleikin vera varandi skerdur. Verður tað broytt soleiðis, at tað ber til at fáa tillagað starv í avmarkað tíðarskeið, so kunnu tey, sum hava brúk fyri longri tíð at koma fyri seg aftur eftir sjúku, varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og eisini varðveita fíggjarliga lívsgrundarlagið. 

 

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at tey eru í gongd við at gera uppskot til Vælferðarlóg. Uppskotið hevur til endamáls at laga vælferðarskipanina til føroysk viðurskifti. Eins og forsorgarlógin hevur verið, verður Vælferðarlógin niðasta fíggjarliga trygdarnetið fyri teir borgarar, ið ikki sjálvir megna at uppihalda sær sjálvum og sínum.

 

Krabbameinsfelagið fegnast um tær ábøtur, sum eru í uppskotinum um Vælferðarlóg. Ynski okkara er, at Vælferðarlógin verður so góð, at hon fer at tryggja, at tað fer at bera til hjá fleiri at varðveita sítt arbeiði, umframt at tað eisini slepst undan fíggjarligum smeiti, hóast drúgv sjúka rakar.

 

Sí uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin) her.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim