Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

18-09-2019

Krabbameinsfelagið varpar ljós á munnrøkt í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini og skipar fyri tiltaki um evnið


Tiltakið verður mikudagin 2. oktober kl. 19.00 til 21.00 á Hotel Føroyum. Tiltakið er ókeypis - øll eru vælkomin – tó er tilmelding neyðug. Talan er um eitt alment tiltak við fyrilestrum/framløgum, ætlað fólki, sum hava ella hava havt krabbamein, teirra avvarðandi og starvsfólki í heilsuverkinum.

Krabbameinsfelagið varpar ljós á munnrøkt í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini og skipar fyri tiltaki um evnið

 

Tiltakið verður mikudagin 2. oktober kl. 19.00 til 21.00 á Hotel Føroyum. Tiltakið er ókeypis  - øll eru vælkomin – tó er tilmelding neyðug.

 

Talan er um eitt alment tiltak við fyrilestrum/framløgum, ætlað fólki, sum hava ella hava havt krabbamein, teirra avvarðandi og starvsfólki í heilsuverkinum, sum í sínum starvi koma í samband við krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi. 

 

Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini, og alsamt fleiri verða frísk. Hóast nógv liva eitt gott lív eftir sjúku, eru tað tíverri nógv, sum fáa fylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Ein fylgja, ið er vanlig og sum er til stóran ampa fyri tann sjúka, eru trupulleikar við munninum og tannhaldinum.

 

Munntrupulleikar kunnu koma sum ein fylgja av sjúkuni, ella sum ein fylgja av stráluviðgerð, kemoviðgerð - og ella aðrari medisinskari viðgerð. Góð og røtt munnrøkt til krabbameinssjúk hevur tí sera stóran týdning sum ein liður í at fyribyrgja munntrupulleikum.

 

Fyrilestrarhaldarar verða:

 

Sigga í Garðastovu, tannlækni. Hon fer at greiða frá um munn – og tannheilsu, hvørjir munntrupulleikar kunnu standast av sjúku og viðgerð, umframt hvussu ein kann fyribygja nevndu avleiðingum

 

Jansy Gaardlykke, sjúkrarøktarfrøðingur og dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum fer at greiða frá ritgerð um munnrøkt til krabbameinssjúk, ið hon saman við øðrum hevur gjørt í samband við ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøkt í 2018.

 

Leif Olsen, socialráðgevi fer at greiða frá, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa stuðul frá Almannaverkinum til munn – tanntrupulleikar, og hvat lógin heimilar.

 

Um tú hevur hugskot ella spurningar til Siggu í Garðastovu og Leif Olsen, ið tú vilt fáa svar uppá í samband við teirra framløgur, ert tú vælkomin at senda okkum teir, soleiðis at tey fáa laga sína framløgu til tykkara tørv.  

 

Vinaliga boða frá luttøku við at ringja á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo fyri mánadagin 30. september kl. 12.00.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim