Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

13-09-2019

Krabbamein ger ikki mun á fólki, men munur er á fólki, tá ið tey fáa krabbamein


Tíbetur fáa fleiri og fleiri, sum fáa krabbamein, heilsubót og góða hjálp. Tíverri gagnar framgongdin ikki øllum líka væl. Fólk, sum hava stutta útbúgving og lága løn, ella sum búgva einsamøll, eru í størri vanda at fáa krabbamein, og vánirnar at verða frísk eru ikki líka góðar sum hjá teimum, sum hava longri útbúgving og høga løn, ella ikki búgva einsamøll.

Norðurlendsku krabbameinsfeløgini savnaðust 4. september til verkstovu um sosialan ójavna í krabbameini. Kanningar hava staðfest, at ójavnin í krabbameini sæst í allari sjúkugongdini, t.e. hvussu stórur vandin er fáa krabbamein, hvussu tíðliga krabbamein verður staðfest, í viðgerðini, seinfylgjum, tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin og hvussu útlitini eru at fáa heilsubót. Eisini er munur á, hvørja krabbameinssjúku, talan er um. Um tað er sjúka, sum nógv fólk fáa ella um tað er meiri sjáldsamt slag av krabbameini.

 

Kanningar í Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki vísa greitt, at munurin er stórur. Munurin sæst ikki bara, tá ið talan er um krabbamein, men í allari heilsustøðu. Hóast líka víðfevndar kanningar ikki eru gjørdar í Føroyum, so kunnu vit greitt rokna við, at støðan er tann sama her.

 

Kanningar eru eisini gjørdar í Føroyum, og í 2018 gjørdu Sonja Nielsen og Birna Mohr Joensen granskingarverkætlan við heitinum Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar: Serligar avbjóðingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag.

 

Á verkstovuni 4. september greiddi Sonja Nielsen frá granskingarverkætlanini og at tær staðfestu, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:

 

  • at sjúklingasamskipari er, sum tryggjar, at sjúkugongdin er samskipað
  • skipaður stuðul til sjúklingin og tey, sum varða av
  • at allir sjúklingar fáa fylgjara, tá ið teir skulu av landinum í sjúkuørindum
  • skipað endurmenning.

 

Týðandi er, at meiri verður granskað, eisini á hesum økinum, so at besta grundarlag er fyri at taka røttu avgerðirnar.

 

Alneyðugt er, at vit í  Føroyum eisini gera alt vit kunnu, at fortreytirnar og umstøðurnar eru so góðar og líkar sum til ber, tá ið sjúka rakar. Líka mikið hvør støðan hjá tí einstaka er, tá ið talan er um útbúgving og lønarinntøku. Eisini skal stuðulin vera góður, hóast tað er ymiskt, hvønn stuðul sjúklingurin kann fáa frá teimum, sum varða av.

 

Niðurstøðan á verkstovuni var, at hetta er uppgáva, sum fleiri mugu lyfta í felag – millum onnur politiski myndugleikin, heilsuverk, almannaverk, fakfeløg og sjúklingafeløgini.

 

Á myndini síggjast umboð fyri Norðurlendsku krabbameinsfeløgini.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim