Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

03-09-2019

Fimleikurin hjá Krabbameinsfelagnum byrjar aftur fríggjadagin 13. september


Fimleikaliðið Firvaldar hjá Krabbameinsfelagnum byrjar at venja aftur fríggjadagin 13. september kl. 14.00 í fimleikahøllini FIMI.

 

Firvaldar

Fimleikur fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi

 

TVØRFAKLIGT SAMSTARV

Fimleikafelagið Ljósið í Havn, hevur saman við Krabbameinsfelagnum, eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar. Fimleikurin er fyri øll, sum hava, hava havt ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi. 

 

HVÍ RØRA SEG?

Vit venja konditión, styrki og innaru ró. Ùtgangsstøði verður tikið í hvat hvør einstakur megnar.  

Avvarðandi eru vælkomin við at íðka og stuðla, og ynskja vit eisini, at hetta verður eitt gott høvi at uppliva nakað jaligt saman. 

Miðvís kropslig venjing eftir sjúku og í sambandi við viðgerð, økir mótstøðuføri.

* Minkar um ”møðina”

* Gott ímóti vaml

* Betrar konditiónina

* Styrkir vøddarnar

* Gevur sálarliga vælveru

* Betrar um lívsgóðskuna

 

VENJARI

Venjari er Beinta Malena Sørensen, Beinta er útbúgvin fysioterapeutur. Vant verður fríggjadag kl. 14.00 til 15.00 í fimleikarhøllini FIMI. Har hava vit sera góðar umstøður.

 

Tað er ókeypis at luttaka

 

Ynskir tú at hoyra nærri um fimleikin ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo 

 

Firvaldar hava ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Firvaldar. Sí https://www.facebook.com/groups/426427107435633/

 

FRÀ LUTTAKARA:

“Síðani eg byrjaði at gera fimleik havi eg fingið tað nógv betur - eg orki alt betri. Eg síggji ljósari uppá tað heila, av at vera saman við fólki, sum eru í somu støðu sum eg. Og so er tað hitin, sum er millum okkum øll.”

Kvinna

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim