Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

02-09-2019

Hug at gera okkurt gott fyri onnur? So er tað kanska tær, vit leita eftir


Krabbameinsfelagið sóknast eftir ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum fysioterapeutum, ymsastaðni í landinum, at skipa fyri fimleiki fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein.

 

Hug at gera okkurt gott fyri onnur? So er tað kanska tær, vit leita eftir

 

Krabbameinsfelagið sóknast eftir ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum fysioterapeutum, ymsastaðni í landinum, at skipa fyri fimleiki fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein.

 

Krabbameinsfelagið hevur í nøkur ár havt vælvirkandi fimleikalið í Tórshavn og Suðuroy. Tilboðið er ókeypis og sera vælumtókt. 

 

Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.


Tilboðið er til øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

 

Krabbamein rakar ikki bara tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann venja saman. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

 

Tann sosiala samveran er av stórum týdningi. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær, og geva orku til at koma at venja, hóast ein fær ella hevur fingið harða krabbameinsviðgerð.

 

Hevur tú hug og áræði at skipa fyri einum slíkum tilboði í tínum nærumhvørvi? Hevur tú hug og orku at hjálpa okkum at hjálpa, so at vit saman kunnu hjálpa enn fleiri, ið hava ella hava havt krabbamein ella eru avvarðandi?

 

Ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo fyri at frætta, hvussu vit í felag kunnu fáa hetta í lag.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim